Við Tórði á túri
Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
More episodes
-
485 - Við Tórði á túri í SkálhøvdaMon, 13 May 2024
-
484 - Við Tórði á túri í Húsavík - seinni parturMon, 6 May 2024
-
483 - Við Tórði á túri - fransiskanarsystrarnar faraMon, 4 Dec 2023
-
482 - Einbúgvin av Viðareiði (1:2)Mon, 5 Jun 2023
-
481 - Við Tórði á túri í Húsavík - fyrri parturMon, 29 Apr 2024